![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í dag hevur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, verið á fundi við norðurlendsku heilsumálaráðharrunum. Á fundinum kunnaðu heilsumálaráðharrarnir um støðuna við korona, og hvussu londini bera seg at við at lata samfeløgini upp aftur.
Á fundinum kunnaði Kaj Leo Holm Johannesen um, at tað er ein trupulleiki hjá føroyingum, sum starvast í Noregi, at Føroyar standa á reyða listanum. Kaj Leo Holm Johannesen vendi sær tí beinleiðis til norska heilsumálaráðharran við eini áheitan um at taka Føroyar av reyða listanum hjá Noregi.
- At Føroyar eru á hesum listanum ger tað óneyðuga tvørligt hjá okkara sjófólki og øðrum føroyingum, sum arbeiða í Noregi, sigur Kaj Leo Holm Johannesen í stuttum tíðindaskrivi í kvøld.
Á Facebook í dag hevur Kaj Leo Holm Johannesen eisini gjørt vart við, at hann hevur fundast við norska heilsumálaráðharran í dag. Har ásannar hann, at talan er um altjóða uppgerðarhátt, at russiskir sjómenninir telja við í føroysku tølunum. Men nú verður arbeitt við at fáa teir burturúr.
Les eisini: Landslæknin: - Sjófólk á útlendskum skipum skulu ikki teljast saman við føroyskum tilburðum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald