2020-08-04 07:15
Í juni hevði ratingfyritøkan Moody’s netfundir við landsstýrið, andstøðuna og landsbankan og í gjár gjørdi Moody’s greitt, at Føroyar varðveitir sítt kredittvirði. Ratingin er Aa2 við støðugum útlitum.
Føroyar hava við hesum triðhægstu meting á ratingstiganum hjá Moody's, sum hevur 21 stig. Dømi um onnur lond við rating Aa2 eru Frakland og Bretland, boðar Landsbanki Føroya frá í dag.
Hóast landsskassans skuld økist í ár orsakað av covid-19, so metir Moody’s, at skuldin longu í 2021 kann byrja at lækka aftur.
Frágreiðingin hjá Moody’s kann lesast á heimasíðu Landsbankans
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald