
Løgtingsins Umboðsmaður varð settur á stovn í ár 2000, og virksemið byrjaði 1. januar 2001. Fyrstu fimm árini røkti Joen H. Andreassen, fyrrverandi dómari, starvið. Eftir hetta varð Sólja í Ólavstovu sett í starv, og har hevur hon sitið síðani.
Starvið er áramálssett til fimm ár í senn, og triðja skeið hennara gongur út við árslok, og hon hevur nú gjørt av at leggja frá sær. Í hennara stað kemur Hanna Vang, løgfrøðingur, sum Løgtingið hevur tilnevnt sum nýggjan umboðsmann.
Spurd um, hvussu tíðin sum Løgtingsins Umboðsmaður hevur verið, sigur Sólja í Ólavsstovu, at talan bæði hevur verið um eitt spennandi og avbjóðandi starv.
- Hetta hevur verið avbjóðandi, tí talan var um ein rættiliga nýggjan stovn, tá eg tók við, har lítið og einki var at sammeta við, tá mál skuldu viðgerast. Soleiðis er tað framvegis, og tað hendir javnan, at vit fáa mál inn, sum ikki líkjast nøkrum, vit fyrr hava havt. Soleiðis at skilja, at tað ikki ber til at fara aftureftir og hyggja eftir niðurstøðum í máli av sama slagi, sum kundi verið nýtt til at hildið seg upp ímóti við eini líknandi niðurstøðu, sigur Sólja í Ólavstovu.
Les alla greinina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti, sum er nýggja blaðið hjá Portalinum, og sum kemur út hvønn leygarmorgun klokkan 7.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald