Innanlands

Føroyingar fevndir av viðgerðartrygdini hjá Ríkissjúkrahúsinum

Avtala er gjørd við Aalborg Sygehus um viðgerð av sjúklingum við bróstkrabba

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-09-24 11:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyskir sjúklingar, sum fáa viðgerð á danska Ríkissjúkrahúsinum, eru nú formliga fevndir av donsku skipanini um viðgerðartrygd. Eisini er samstarvið um bróstkrabbaviðgerð komið í trygga legu.

Tað skrivar heimasíðan hjá Landssjúkrahúsinum.

Sjúkrahúsverkið samstarvar við fleiri sjúkrahús uttanlands um viðgerðir, sum vit ikki kunnu bjóða í Føroyum. Region Hovedstaden er hin nógv størsti samstarvsfelagin hjá Sjúkrahúsverkinum og hava sjúkrahúsini áralangar royndir við at samstarva við regiónina.

Arbeitt hevur verið eina tíð við at fáa eina nýggja avtalu um samstarv millum partarnar, og herfyri vóru partar av leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum í Danmark og skrivaðu undir avtaluna. Hóast avtalan í stóran mun formaliserar galdandi arbeiðsgongdir við smærri tillagingum, so eru eisini nøkur nýbrot.

Avtalan hevur við sær, at føroyskir sjúklingar, sum fáa viðgerð í Region Hovedstaden, eru fevndir av donsku skipanini um viðgerðartrygd. Hetta hevur ikki verið partur av avtalu áður, tó at tað í stóran mun hevur verið praktiserað.

Somuleiðis eru partarnir samdir um at gera meira fyri, at sjúklingagongdin verður so samanhangandi og smidlig sum gjørligt. Fyri at røkka hesum verður frameftir størri dentur lagdur á at brúka telemedisin og aðra teletøkni í viðgerðini.

Samstarvsavtala um bróstkrabbaviðgerð
Sjúkrahúsleiðslan skrivaði eisini undir nýggja samstarvsavtalu við Aalborg Universitetssjúkrahús um bróstkrabbaviðgerðir.

Síðani 2019 hevur føroyska sjúkrahúsverkið samstarvað við sjúkrahúsið í Aalborg um sjúklingar við bróstkrabba.

Samstarvið hevur leypandi verið eftirmett og neyðugar tillagingar eru gjørdar, eitt nú er tilboðið um rekonstruktión komið í fasta legu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder