Innanlands

Føroyingar fyri friði: Stovnandi aðalfundur verður 5. oktober

Boðið verður til stovnandi aðalfund av friðarrøslu, sum arbeiðir fyri vápnaavdubbing, øktum forstáilsi og virðing fyri ymiskum mentanum, menniskjarættindum og javnstøðu

Mynd frá friðargongu 24. juli 2024 (Savnsmynd)

Mynd frá friðargongu 24. juli 2024 (Savnsmynd)

2025-09-21 15:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin 5. oktober verður bjóðað til stovnandi aðalfund av áhugafelagnum “Føroyingar fyri friði”.

Stovnandi aðalfundurin verður hendan dagin klokkan 14 í MEGD-húsinum  á Íslandsvegi 10c í Havn.

– "Føroyingar fyri friði" hava til endamáls at virka fyri friði millum fólk, fólkasløg og heimsins lond, og felagið arbeiðir støðugt fyri vápnaavdubbing, øktum forstáilsi og virðing fyri ymiskum mentanum, menniskjarættindum og javnstøðu, skrivar Henrik Weihe Joensen, stigtakari í tíðindaskrivi.

– Friðarrørslan verður stovnað við støði í friðartiltøkunum, sum seinasta árið hava verið fyriskipaði: Friðargonga, Friðarkonsert og Friðarráðstevna í sambandi við kríggini í Ukraina og Miðeystri.

– Føroyingar fyri friði er eitt savnandi áhugafelag og ein rørsla, óheft politiskt og átrúnaðarliga, sum vil vera ein mótvekt til tann krígsorðaleik og polarisering, sum eyðkennir okkara tíð.

Lagt verður afturat, at rúm er fyri ymiskum sjónarmiðum "við tí endamáli, saman at varpa ljós á týdningin, at fáa frið í lag í teimum londum, har kríggj og yvirgangur herjar og ósek menniskju dagliga lata lív".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder