Innanlands

Føroyingar gjalda oftari við telefonini

Í desember 2019 áttu Apple Pay og Google Pay 10 prosent av samlaðu gjaldingunum, og í oktober í ár er hesin prosentparturin vaksin upp í 21 prosent av øllum gjaldingum, sigur Betri Banki

Mynd: Betri Banki

Mynd: Betri Banki

2020-11-13 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nýtslan av tænastum sum Apple Pay og Google Pay er nógv vaksin, síðan peningastovnarnir byrjaðu at bjóða tænasturnar fram í 2019. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Betri Banka.

Í fjør fór Betri Banki at bjóða nýggjar tænastur, har tað ber til at gjalda við telefonini og urinum. Hesar eita Apple Pay, Google Pay, Fitbit Pay og Garmin Pay. Sambært hagtølunum hava føroyingar tikið tænasturnar til sín, boðar bankin frá í tíðindaskrivi.

[object Object]

Í desember 2019 áttu Apple Pay og Google Pay 10 prosent av samlaðu gjaldingunum. Í oktober í ár er hesin prosentparturin vaksin upp í 21 prosent av øllum gjaldingum.

Sum heild verða flestu gjaldingarnar tó framvegis framdar við vanligum gjaldsháttum, eitt nú við fysiskum gjaldskorti, men Apple Pay og Google Pay vinna fram, og hetta bendir á, at nýtslan av teimum tænastunum kann vaksa enn meira komandi árini, sigur Betri Banki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder