Í 2025 varð granskað og ment fyri 388 milliónir krónur í Føroyum. Tað svarar til 1,3 prosent av BTÚ – 0,1 prosentstig hægri enn árið frammanundan, skrivar Hagstovan.
Bruttutjóðarúrtøkan í Føroyum í 2025 var 29,5 milliardir krónur, sum er ein vøkstur upp á 5,6 prosent.
Um Føroyar skuldu rokkið trý prosent av BTÚ í 2025, skuldu útreiðslurnar verið tilsamans 885 milliónir krónur, ella 500 milliónir krónur meira.
Føroyar eru tað fyrsta Norðurlandið, sum kunnger endalig hagtøl fyri gransking og menning fyri 2025. Svøríki hevur kunngjørt fyribils hagtøl sum vísa, at útreiðslurnar í gransking og menning sum partur av BTÚ vóru 3,5 prosent í 2025.
Í árunum 2022 til 2024 vóru føroysku útreiðslurnar í gransking og menning, sum partur av BTÚ, lægst í øllum Norðurlondum, skrivar Hagstovan.
Samlað eru 81 prosent av granskingarútreiðslunum í Føroyum í náttúruvísind ella í aling á sjónum, fiskiveiðu, búnaðar- og djóralæknavísindum.
Einans 19 prosent av útreiðslunum eru í verkfrøði og tøkni, lækna- og heilsuvísindum, samfelagsvísind ella hugvísind og list.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald