Danski skemtarin Anders Hemmingsen er ein vælumtóktur maður á sosiala miðlinum Instagram. Anders livir av at leggja skemtiligar myndir og skemtilig filmsbrot út á sosiala miðilin og hann hevur í løtuni 624.000 fylgjarar á Instagram.
Men øll hildu ikki hansara uppslag um vitjanina hjá krúnprinshúskinum í Føroyum verða so stuttligt.
Anders Hemmingsen hevur lagt eina mynd út á Instagram av krúnprinshúskinum í føroyskum klæðum, har hann hevur viðmerkt “Når farmor selv har strukket julegaven”. Hemmingsen leggur við hesum upp til, at føroyski búnin hjá krúnprinshúskinum er at meta við eina jólagávu, sum tú ikki ert glaður fyri, men tú ert noyddur at fara í, tí at annars verður omma ikki glað.
Nógvir føroyingar fylgja Hemmingsen á Instagram, og hesi hava víst sína ónøgd. Fleiri vísa á, at hevði hann vita hvussu dýrur føroyski búnin er, so hevði hann ikki skemtað við hesum. Onnur halda, at føroyski búnin er sera vakur, og hesum eru fleiri av donsku fylgjarunum eisini samdir í. Fleiri danir halda tó, at krúnprinsfamiljan líkist eini nissufamilju í búnanum, meðan aðrir ikki halda tað verða rætt at gera gjøldur burturúr føroyska tjóðbúnanum.
Hóast nógvir føroyingar hava víst á sína ónøgd við uppslagi hjá Anders Hemmingsen, eru fleiri enn 40.000, sum hava dáma uppslagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald