Innanlands

Føroyingar kunnu fara til Íslands uttan at noyðast í sóttarhald

Føroyar, eins og Grønland, verða ikki mettar at vera eitt vandaøki av íslendingum

Á flogvøllinum í Keflavík er strangt eftirlit við ferðandi

Á flogvøllinum í Keflavík er strangt eftirlit við ferðandi

2020-05-13 11:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru ávís krøv, tá ein kemur til Íslands. Tey verða herd frá 15. juni kom fram á tíðindafundi íslendsku stjórnini í gjár. 

Um ein ikki hevur prógv fyri, at ein ikki er smittaður við korona, tá komið verður til flogvøllin í Keflavík, skal ein potast ella fara í í sóttarhald. Neyðugt er eisini at nýta eina app á telefonini, ið sigur, hvar ein hevur verið, í fall at smitta rakar. 

Alt hetta verður tó ikki galdandi fyri fólk, sum koma úr Føroyum ella Grønlandi. Eingin koronasmittaður er í løtuni, her ella í Grønlandi, og frá fríggjadegnum 15. mai verða Føroyar og Grønland ikki á listanum yvir vandaøki hjá Íslandi. Tað merkir, at fólk sum koma úr Føroyum ella Grønlandi hava frítt at fara í Íslandi.

Les eisini: Fleiri evropeisk lond lata síni landamørk upp

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder