Sveis hevur latið landamørk til Frakland og Italia upp aftur. Týskland hevur latið landamørkini til Pólland, Kekkia, Belgia og Holland upp, tó ikki Frakland og Danmark, skrivar tv2.dk.
Stórabretland og Frakland hava avtalað at borgarar kunnu ferðast millum tey londini uttan nakrar avmarkingar - hóast bretar ætlað at innføra sóttarhald í 14 dagar, tá fólk koma til landið. Líknandi samstarv fara baltisku londini í gongd við í vikuni, og slovenar kunnu eisini ferðast til Kroatia, um teir hava húsaognir í landinum - tað hava nógvir slovernar, ið so skulu í sóttarhald í eina viku, tá teir koma heim til Slovenia. Tað skrivar Jyllands Posten.
Týsdagin upplýsti norski løgmálaráðharrin, Monica Mæland, fyri VG, at borgarar frá fleiri evropeiskum londum kunnu ferðast til Noreg, um teir hava fastar ognir, millum annað summarhús, ella um teir skulu vitja familjulimir. Talan er um borgarar frá ES-londunum, umframt Liktinstein og Íslandi, ið saman við Noreg eru í einum evropeiskum búskaparligum samstarvi (EBS)
Tó at hesi gjarna mugu koma inn til Noregs, so skulu tey í sóttarhald í 14 dagar, tá tey koma til landið
Ferðavinna og evropeiskt pass
ES-nevndin hevur í vikuni víst á týdningin við at fleiri lond lata landamørkini upp aftur, so at ferðavinnan kann koma í gongd aftur.
- Í summum londum er helmingurin av búskapinum bygdur á ferðavinnu, so tað snýr seg um at bjarga tí, sum bjargast kann.
Hetta sigur Stina Soewarta, leiðari á deildini hjá ES-nevndini í Keypmannahavn, við tv2.dk. Hon vísir á, at ferðavinnan missir millardir, og hóast tað er avgerðin hjá einstøku londunum at lata landamørkini upp aftur, so snýr tað seg um, at gera tað tillokkandi at lata upp aftur.
Fyri at gera hetta trygt hevur eitt uppskot verið at givið eitt sonevnt koronapass. Stina Soewarta sigur, at hugsanin er, at fólk sum ætla at ferðast taka eina koronakanning, sum kann vísa, um tey hava andevni móti virusinum í kroppinum. Hetta skal minka um smittuvandan. Granskarar í Danmark eru tó sera ivasamir um hesa ætlaðu tilgongdina. Martin Tolstrup frá Aarhus Universitet sigur, at tað er ikki nóg stór vitan um immunitetin ímóti koronavirusinum. Hann granskar júst í hesum í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald