2019-03-06 10:59
Taks boðar á heimasíðu síni frá, at nú skattauppgerðin fyri 2018 nú er tøk.
Tølini vísa, at uppgerðin passar hjá 19.715 borgarum, sum tískil hvørki skulu rinda írestandi skatt ella eiga avlopsskatt til góðar.
Tølini siga eisini, at 18.392 borgarar hava goldið ov nógvan skatt og fáa nú pening aftur. Í alt er talan um 51.530.123 krónur. Tey, sum hava goldið ov lítið, eru 1.935 í tali, og hesi fáa í næstum rokning fyri írestandi skatt. Hann er til samans 5.454.212 krónur.
Taks ger vart við, at eigur ein minni enn 25 kr. til góðar, verða tær ikki útgoldnar og skyldar ein minni enn 100 kr., verða tær ikki innkravdar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald