Innanlands

Føroyingar sleppa nú aftur at ganga ókeypis í høgunum í Mykinesi

Men útlendingar og skipað vinnulig ferðaløg skulu gjalda 250 krónur. Hetta hava fýra hagapartar saman gjørt av

2020-01-08 08:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Avgerðin var tikin í gjár, og tað snýr seg um at verja hagan og fuglin. Hesum boðaði hagastýrisformaðurin í Mykinesi frá.

Hagin var serliga í summar ávirkaður av, at sera nógv gingu har, og at tað samstundis var regn. Tað hevur verið ein gjaldskipan í gildi síðan í fjør, har øll skulu gjalda 100 krónur.  Kringvarpið skrivar, at nú sleppa føroyingar aftur at ganga ókeypis í høgunum í Mykinesi.

Fýra hagapartar í Mykinesi hava tó avgjørt, at útlendingar og skipað vinnulig ferðaløg skulu gjalda fyri at sleppa í hagan. Gjaldið er 250 krónur  - tað er tó ikki galdandi fyri børn. 

Kvf.fo skrivar, at hetta er sami leistur sum við Trælanípuni, og at skipanin krevur størri umsiting. Tað er tó týdningarmikið fyri eigararnar, at føroyingar sleppa at ganga ókeypis í egnum landi, og peningurin sum kemur inn við skipanini, fer til at gera umstøðurnar í Mykinesi betri. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder