Innanlands

Føroyingar sum heild nøgdir við koronakunningina

Spyr.fo: Tey, ið ikki eru nøgd við kunningina, eru meira stúrin fyri framtíðini, vísir nýggj kanning

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-02 11:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyingar eru sum heild nøgdir við kunningina, tey hava fingið frá almennari síðu í sambandi við koronakreppuna, hvørs ringastanú er um at vera hæsað av.

Spyr.fo gjørdi um vikuskiftið eina veljarakanning fyri Portalin, og millum fleiri spurningar, varð eisini fregnast um, hvat føroyingar halda um ta kunningina, tey hava fingið frá almennari í sambandi við serligu støðuna, sum korona-virussið hevur sett landið í teir seinastu mánaðirnar.

Upp á spurningin ”Hvussu ert tú sum heild nøgd/ur við kunningina frá myndugleikunum um tiltøk og støðuna við korona-smittuni?”, vísir úrslitið, at nøgdsemið liggur beint oman fyri miðal.

Tey, ið svaraðu, høvdu møguleika at svara frá 1 til 5, har ’1’ er ’sera ónøgd/ur’ og ’5’ er ’sera nøgd/ur’.

Miðaltalið liggur á 3,1, sum er beint oman fyri miðal. Hetta er væl lægri, enn tá sami spurningur varð settur í eini kanning 6. apríl. Tá var ’nøgdsemistalið’ 4,2.

Spyr.fo setti eisini spurningin eitt sindur øðrvísi í kanningini nú fríggjadagin 29. mai. Tá spurningurin ljóðaði ”Hvussu væl upplýsta/n kennir tú teg í mun til galdandi reglur, tilmæli, leiðbeiningar o.a. í sambandi við korona?” var svarið meira jaligt, og miðaltalið gjørdist 3,5.

Flest eru bjartskygd
Fólk vóru eisini biðin um at svara hvussu stúrin ella bjartskygd tey eru fyri framtíðini í løtuni. Og her vísti úrslitið, at føroyingurin er meira bjartskygdur enn stúrin.

Samlaða talið lá á 3,6, sum er nakað yvir miðal.

Men tá samanborið verður við spurningarnar um, hvussu nøgd tey eru við kunningina og hvussu upplýst tey kenna seg, so er ábendingin púra greið.

Tey, ið halda at landsstýrið hevur kunnað væl og tey, ið kenna seg væl upplýst, eru nógv meira bjartskygd enn tey, ið ikki eru nøgd við kanningina frá landsstýrinum.

Sí tølini herundir

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder