Restina av mánaðinum rindar landskassin framvegis fyri koronakanningar av ferðafólki, sum koma til landið. Orsøkin er, sambært landsstýrismanninum í heilsumálum, at heimild ikki er til at krevja, at ferðafólkini sjálvi skulu rinda.
Les eisini: Landskassin rindar fyri allar koronakanningarnar í juli
Men meirilutin av føroyingum heldur, at ferðafólkini sjálvi eiga at rinda tær 390 krónurnar, sum kanningin kostar.
Tað vísir ein spurnarkanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið.
Av teimum, sum luttóku í kanningini, siga 56 prosent, at tey halda ferðafólkini eiga at gjalda, meðan 33 prosent halda, at landskassin eigur at gjalda.
Les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald