Á aðalfundi í mars mánaði varð Jens Meinhard Rasmussen valdur til nevndarformann í Skeljungi, sum er ein oljufyritøka í Íslandi. Hendrik Egholm er stjóri í felagnum.
Jens Meinhard Rasmussen, sum er stjóri í Skansi Offshore, hevur verið í nevndini í Skeljungi í nøkur ár. Hann sigur at tað er ein spennandi uppgáva at gerast nevndarformaður í felagnum.
- Talan er um eina av teimum stóru oljufyritøkunum í Íslandi. Felagið hevur bensinstøðir kring alt landið og selur eisini olju til skip, greiðir Jens Meinhard Rasmussen sjálvur frá.
Skeljungur hevði sítt besta fíggjarár nakrantíð í 2018, tá úrslitið í felagnum var áleið 86.6 milliónir. Felagið hevði vøkstur í sølu bæði í Íslandi, Føroyum og á altjóða marknaðinum. Jens Meinhard Rasmussen sigur, at talan tí verður um at halda fram í sama stíli sum áður, men at talan ikki er um eina lætta uppgávu.
- Talan verður hinvegin um eina spennandi uppgávu, sigur Jens Meinhard Rasmussen.
Grønar ætlanir í Føroyum
Skeljungur eigur Magn í Føroyum, og Jens Meinhard sigur at felagið eisini hevur ætlanir í Føroyum.
- Tað er ongin loyna, at vit keyptu Demich við tí fyri eygað, at gera íløgur í grøna orkuumlegging, sigur Jens Meinhard.
Hendrik Egholm er forstjóri í Skeljungi. (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Magn hevur, síðani teir keyptu Demich í fjør sagt, at ætlanin er at verða við í grønu umleggingini í Føroyum. Á tíðindafundi í apríl mánaða í fjør, segði Hendrik Egholm forstjóri í Magn/Skeljungi, at felagið vildi hava elveitingarlógina broytta, soleiðis at til bar framleiða og selja ravmagn ígjøgnum netið hjá Sev.
Og Jens Meinhard Rasmussen, sum ikki kann siga ov nógv um nýggjar ætlanir hjá Skeljungi í Føroyum sigur, at felagið má fáa loyvi at verða við í grønu umleggingini av Føroyum.
- Vit ynskja at fáa loyvi til at verða við í grønu umleggingini Føroyum, staðfestir hann at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald