Mentan

Føroysk barnabók fingið altjóða viðurkenning

Nýggjasta bókin eftir Bárð Oskarsson, Træið, hevur fingið viðurkenningina White Raven

2018-10-05 17:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

The International Youth Library (IYL) hevur júst kunngjørt, at nýggjasta bókin eftir Bárð Oskarsson, Træið, hevur fingið viðurkenningina White Raven í 2018. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út í 2017.

Hvørt ár gevur IYL einum úrvali av nýggjum barna- og ungdómsbókum úr øllum heiminum White Raven-viðurkenningina. Hetta eru bøkur, sum verða mettar at hava eina serliga høga góðsku og serstaka skaldsliga og myndlistarliga dygd.

Hetta er fjórðu ferð, at ein bók eftir Bárð Oskarsson hevur fingið ein White Raven. Bøkur hansara Ein hundur, ein ketta og ein mús (2004), Stríðið um tað góða grasið (2012) og Wilbert (2016) hava áður fingið heiðurin.

[object Object]

Træið er í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins og Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins í 2018.

- Bókadeild Føroya Lærarafelags

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder