Innanlands

Føroysk familja í Ghana í tríggjar mánaðir

Birna og Poul Jóhannes Joensen eru saman við børnunum Gunhild, Kristoffuri og hjálpa OM í Queen of Sheba-verkætlanini. Hetta inniber serliga at at leggja síðstu hond á eitt nýtt sjúkrahús

Familjan í Klaksvík á fimm fólk býr og virkar fyribils í Gushegu (Mynd: trubodin.fo)

Familjan í Klaksvík á fimm fólk býr og virkar fyribils í Gushegu (Mynd: trubodin.fo)

2025-07-24 11:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

6. juli fóru Birna og Poul Jóhannes Joensen, saman við børnunum Gunhild, Kristoffuri og Ásu, til Ghana at hjálpa til hjá OM í Queen of Sheba-verkætlanini.

Hetta skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari

Familjan úr Klaksvík er nú í býnum Gushegu, har tey eru við til at leggja síðstu hond á eitt nýtt sjúkrahús, sum er ætlað fólkinum í økinum.

Ein long ferð

Ferðin úr Føroyum til Ghana var sera long. Úr Danmark gekk leiðin fyrst til Lissabon – ein ferð upp á fimm tímar – og síðan seks tímar víðari til Accra, høvuðsstaðin í Ghana.

- Har tó pastor Paul, formaðurin fyri OM Ghana, í móti teimum við stórum blíðskapi. Dagin eftir flugu tey til Tamale og koyrdu norðureftir til Gushegu, greiðir trubodin.fo frá.

Birna og Pól Jóhannes skulu búgva og arbeiða har í tríggjar mánaðir.

Nýggjar umstøður og stórt hjarta

Fyrstu dagarnar hava tey brúkt til at finna seg til rættis og at læra fólkini at kenna, sum tey nú búgva millum. Alt er øðrvísi – veðurlagið, maturin og mentanin; men tey hava gott mót og gleða seg at verða við í einum arbeiði, sum kann bjarga lívum og skapa vón.

Tað eru Dorien og Gerben Boon, sum hava staðið fyri byggingini av sjúkrahúsinum. Sjúkrahúsið er ein liður í arbeiðinum hjá Queen of Sheba, sum m.a. arbeiðir fyri at betra um heilsuhjálp til kvinnur og børn í Norðara partinum av Ghana.

Les um arbeiðið hjá OM í Queen of Sheba verkætlanini her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder