Føroyingurin Johannis Lydersen, sum býr og virkar sum elektrikari í Frederikshavn í Danmark, er júst kosin Ársins Handverkari 2020 innan el-inlegging.
Tað er fyritøkan hjá Johannis Lydersen, JJ Electrical Consulting ApS, sum hevur fingið heiðurin.
- Vit stríðast hvønn dag fyri at veita eina góða tænastu, so vit eru sjálvandi errin av at verða kosin vinnari, sigur Johannis Lydersen.
Handverkarafyritøkur í 24 ymsum handverksgreinum vóru við í finaluni at vera kosin ársins handverkari. Tað er heimasíðan Anmeld Håndværker, sum stendur fyri kjósanini.
Fleiri túsund handverkarafyritøkur verða á hesi heimasíðuni leypandi ummældir av kundunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald