Granskarar á Firum luttóku á ráðstevnuni EUROLAG11 í Reykjavík í Íslandi, har teir løgdu fram nýggja gransking og vitan um føroyskar firðir og samspælið millum firðirnar og havøkið kring Føroyar.
EUROLAG savnar granskarar og fakfólk, ið arbeiða við umsiting av firðum, áarmunnum, pollar (lagoon) og øðrum strondnærum sjóøkjum. Í ár varð serligur dentur lagdur á, hvussu veðurlags- og umhvørvisbroytingar ávirka hesi øki, og hvussu langtíðarkanningar og gransking kunnu geva okkum betri vitan um broytingarnar.
Ráðstevnan var partur av LIFE Icewater ES-verkætlanini, har íslendska Havrannsóknarstovan samstarvar við fleiri stovnar, kommunur og aðrar samstarvspartar. Verkætlanin hevur millum annað til endamáls at økja vitanina um vatn og vatnumhvørvi í Íslandi, betra vatngóðskuna og styrkja langtíðaryvirvøkuna. Hesi evni eru eisini sera viðkomandi fyri føroysk viðurskifti.
"Fimm ára mátingar í Kaldbaksfirði og Tangafirði"
Erna Lava Olsen legði fram úrslit frá kanningum í Kaldbaksfirði og Tangafirði, í eini framløgu við heitinum “Project sampling in a Faroese fjord becomes monitoring”.
Mátingarnar byrjaðu í 2021–2022 í samband við kanningar av kræklingaaling og eru síðani hildnar fram sum partur av granskingarverkætlanini FjordProcess.
Les meira um verkætlanina her: FjordProcess
Sýnistøkan, sum byrjaði í samband við einstakar verkætlanir, er nú ment til eina virðismikla fimm ára tíðarseriu. Mátingarnar fevna um hydrografisk, evnafrøðilig og lívfrøðilig viðurskifti og gera tað møguligt at fylgja árstíðarbroytingum og broytingum frá ári til árs.
Dáturnar geva millum annað vitan um sjóvarstreym, útskifting av botnvatni, føðsluevni og frumframleiðslu. Við áframhaldandi mátingum fæst eitt alsamt betri grundarlag fyri at kanna, hvussu føroysku firðirnir verða ávirkaðir av broytingum í havinum kring Føroyar.
(Mynd: Erna Lava Olsen, Firum)
"Frá Landgrunninum og inn í firðirnar"
Sissal Vágsheyg Erenbjerg legði fram arbeiðið við havmodellinum FarCoast, sum verður nýtt til at kanna streymviðurskifti og vatnútskifting frá Landgrunninum og inn í føroysku firðirnar.
Les meira um verkætlanina her: FarCoast
FarCoast modellið kann við høgari upploysn lýsa viðurskiftini í og kring firðirnar og verður millum annað nýtt til at kanna, hvussu sjóvarfall og tilrenning av feskvatni ávirka útskiftingina millum Landgrunnin og firðirnar. Kanningarnar fevna um Sundalagið Norður og Sundalagið Suður, Tangafjørð og Kaldbaksfjørð.
Úrslitini úr modellunum verða samanborin við mátingar úr somu økjum. Saman geva mátingar og modellering eina betri fatan av, hvussu sjógvur verður fluttur inn og út úr firðunum, og hvussu hetta ávirkar lívfrøðiligu framleiðsluna í føroysku firðunum og strondarøkjunum.

(Mynd: Sissal Vágsheyg Erenbjerg, Firum)
Mátingar og modellering geva eina betri heildarmynd
Framløgurnar báðar lýsa ymiskar, men tætt samanhangandi partar av arbeiðinum hjá Firum við føroysku firðunum. Langtíðarmátingar vísa, hvussu umhvørvisviðurskiftini broytast við tíðini, meðan havmodell kunnu geva okkum betri fatan av, hví broytingarnar henda.
Saman geva langtíðarmátingar og havmodellering okkum eina betri fatan av sambandinum millum Landgrunnin og firðirnar og eitt sterkari grundarlag fyri at fylgja við broytingum í føroyska havumhvørvinum.

(Mynd: Erna Lava Olsen, Firum)
Firum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald