Tað hevur nógv at týða fyri nógvar føroyingar, at vit hava eina sendistovu í Tel Aviv í Ísrael – ella ikki hava.
Tað má vera niðurstøðan eftir at vit her á Portalinum ígjár høvdu eina atkvøðugreiðslu um tað er rætt ella ikki at hava eina sendistovu í Tel Aviv. Ikki færri enn 6.028 brúkarar luttóku í atkvøðugreiðsluni.
Frá hátíðarhaldinum tá sendistovan í Tel Aviv lat upp í mai 2022. Her er tað Jenis av Rana, táverandi landsstýrismaður við uttanríkismálum, sum heldur røðu (Savnsmynd)
Lat upp í mai 2022
Tað var samgongan millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin við Bárði á Steig, sum løgmanni, sum tók avgerð um at lata upp sendistovu í Ísrael. Miðflokkurin fekk hetta ynskið við í samgonguskjalið:
„Arbeitt verður fyri at styrkja og menna sendistovuvirksemi kring heimin við t.d. sendistovum í Ísrael, Japan og øðrum londum, har vit eiga at styrkja samstarvið”.
Jenis av Rana, táverandi formaður Miðfloksins, fekk uttanríkismál, og hann legði stóra orku í at gera sendistovuna í Ísrael til veruleika. Ynski hansara var, at sendistovan skuldi vera í Jerusalem, men tað ynskið gekk ikki út. Hildið var, at meira hóskandi var at hava sendistovuna í fyrrverandi høvuðsstaði í landinum, Tel Aviv, har flest allar aðrar sendistovur eisini eru.
Táverandi løgmaður tók avgerð um at steingja
Tá sendistovan lat upp í Tel Aviv í mai 2022, var táverandi løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, ikki til staðar.
Les: Sendistovurnar í Moskva og Tel Aviv steingja
Í farnu viku tók sami Bárður á Steig, nú sum landsstýrismaður við uttanríkismálum, avgerð um at lata sendistovuna aftur saman við sendistovuni í Moskva.
Í skrivandi løtu er óvist, um henda avgerð stendur við. Beinir Johannesen, løgmaður, hevur síðan boðað frá, at flokkur hansara, Fólkaflokkurin, ikki er eftirspurdur, og tey kunnu ikki góðtaka, at sendistovan verður latin aftur.
Les: - Góðtaka ikki, at sendistovan í Tel Aviv verður niðurløgd
Eftir at fráboðanin um at gevast við føroysku umboðanini í Ísrael, hava nógvar vónsviknar viðmerkingar og mótmæli verið.
Fyrstir vóru miðflokkamenn, sum als ikki kunnu góðtaka avgerðina hjá Bárði á Steig, og síðan hava fólkafloksfólk eisini víst á sína ónøgd.
Tí er tað einki, sum bendir á, at sendistovan í Tel Aviv verður niðurløgd kortini.
![]()
Í tráð við fólkaviljan?
Skulu vit taka pollin á Portalinum í gjár í álvara, so er hetta eisini í tráð við fólkaviljan, tí úrslitið vísir, at tað er ein meiriluti ímóti at lata sendistovuna aftur.
Tá atkvøðugreiðslan her á síðuni varð latin aftur í gjárkvøldið klokkan 20, høvdu 49 prosent svarað ‚nei’ upp á spurningin „Er tað rætt at steingja sendistovuna í Tel Aviv?”. 43 prossent svaraðu ‚ja’ meðan 8 prosent søgdu seg ikki vita.
Her skulu vit koma við eini ábyrgdaravsannan, ella ‚disclaimara’:
Pollarnir á Portalinum kunnu ikki fatast sum ein veljarakanning, ella sammetast við slíka, tí tað ber til at atkvøða fleiri ferðir.
Vit eru eisini vitandi um, at tað hava verið átøk ígongd á internetinum frá fólki við serligum áhuga fyri hesum úrslitinum, at fáa fólk at vera við í hesi ‚kanning’. Tað hava eisini verið vegleiðingar at sæð á sosialum miðlum, hvusu ein kann gera fyri at atkvøða fleiri ferðir.
Sí dømi um mótmæli á lesarin.fo:
Steffan Klein Poulsen: Tekur Bárður frástøðu frá Ísrael?
Astrið Breckmann: Sendistovan í Ísrael má varðveitast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald