Innanlands

Føroysk jólakonsert í Keypmannahavn

Húsakórið syngur í Hans Egedes kirke týskvøldið

2019-12-01 13:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Týskvøldid 3. december kl. 20 hevur føroyska kórið í Keypmannahavn, Húsakórið, jólakonsert í Hans Egedes Kirke á Eysturbrúgv, ikki so langt frá Nordhavn Statión.

Húsakórid hevur eina fjølbroytta skrá at bjóða áhoyrarunum. Kórið syngur jólaløg, sum hava sín uppruna úr eitt nú Føroyum, Danmark, Íslandi, Ruslandi og Onglandi. Kórleiðari er Tóra Vestergaard.

Eftir konsertina verður lutaseðlasøla og møguleiki er at keypa gløgg og holukøku. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder