Mentan

Føroysk putlispøl av Drangunum, Kallinum, Saksun og Gásadali

Nýggj putlispøl við føroyskum myndum

2018-11-03 13:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á jólum er familjan savnað. Og í ár fer eisini at bera til hjá familjum at savna føroysk putlispøl. Nýggj putlispøl við føroyskum myndum eru at fáa kring landið. 

Talan er um fýra ymisk putlispøl til vaksin. Myndirnar er hesar: Gásadalur, Saksun, Drangarnir, og Kallurin. Ein mynd er við 1500 brikkum, tvær myndir eru við 1000 brikkum og ein er 500 brikkar.

Umframt hesi putlispølini eru eisini seks putlispøl til børn við djórum í føroysku náttúruni. Eitt nú er ein mynd av eini ær í Bø og ein mynd av Lítlu úr Gøtu, sum er føroyskt ross. Putlispølini til børn hava 30 og 60 brikkar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder