Í september 2025 útgávuni av World Aquaculture Magazine er ein grein við um føroyska rognkelsisgransking, sum varpar ljós á, hvussu vit í Føroyum hava brúkt vitan um vill rognkelsi til at betra um trivnað og nýtslu av rognkelsum í aliringum.
Sandra Ljósá Østerø og Kirstin Eliasen hava skrivað greinina, ið ber heitið “Utilizing Wild Lumpfish Insights to Enhance Welfare and Performance of Lumpfish in Aquaculture”.
![]()
![]()
Síðani fyrstu rognkelsini vórðu sett út í føroysk alibrúk sum lúsaátarar í 2014, hevur verið arbeitt miðvíst við at menna vitan, sum kann betra um bæði trivnað og virknað hjá rognkelsunum. Eitt týdningarmikið stig í hesum arbeiði hevur verið at menna vælferðarávísar (OWI) serliga til rognkelsi.
Tá rognkelsini fyrst vórðu nýtt í alingini, vóru tey ein nýggjur alifiskur, og vitanin um teirra tørv og atburð var avmarkað. Í Føroyum hava granskarar tí í stóran mun tikið støði í villum rognkelsum sum eitt náttúrligt grundarlag fyri granskingina. Í greinini verður m.a. víst á, hvussu liturin á livrini og vøkstur hjá villum rognkelsum kunnu nýtast sum ábendingar um heilsustøðuna hjá rognkelsum í alingini.
Greinin byggir á úrslit frá fleiri føroyskum verkætlanum. Samstundis verður dentur lagdur á týdningin av einum góðum samstarvi millum vinnu, almennar stovnar og gransking – ein serlig styrki í einum lítlum landi sum Føroyar, har vegurin millum partarnar ofta er stuttur.
Sum nakað serligt er ein mynd úr greinini forsíðumynd á útgávuni av World Aquaculture Magazine. Myndin er tikin á alibrúkinum í Miðvági.
- Leinkja til tíðarritið World Aquaculture Magazine, trýst her.
- Greinin kann lesast á síðu 32 til 35, ella við at trýsta her.
Firum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald