Innanlands

Føroysk viðgerðarloysn í uppskoti til evropeiska virðisløn

Viðgerðartilboð til ung við sálarligum trupulleikum hevur víst góð úrslit

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-11-29 16:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt føroyskt viðgerðartilboð til ung við sálarligum trupulleikum hevur víst so mikið góð úrslit, at tað nú er tilnevnt evropeisku heiðurslønina “European Social Services Awards”.

Almannaverkið skrivar í tíðindaskrivi, at talan er um eina slóðbrótandi verkætlan, ið hjálpir ungum við álvarsomum sálarligum trupulleikum. Tað er eitt nýhugsandi bú- og viðgerðartilboð, ið hevur víst sera góð úrslit, sum European Social Network nú hevur tilnevnt at vera millum fimm tær mest innovativu almennu sosialu tænasturnar í Evropa.

[object Object]

Bú- og viðgerðartilboðið varð sett á stovn í 2015 og hevur eftir fýra árum víst týðilig úrslit. Frá at vera innløgd á psykiatrisku deild í meira enn 55 prosent av einum ári, hava hesi ungu fólkini ikki longur tørv á at verða innløgd.

Tað sæst eisini ein týðiligur munur í teirra lívsgóðsku. Tey klára seg nú við minni heiligvági, eta sunnari, íðka ítrótt, og eru øll aftur í skúla. Harafturat eru tey eisini vorðin virkin á arbeiðsmarknaðinum. Í summum førum hevur bú- og viðgerðartilboðið havt tað úrslit við sær, , at tey enntá sleppa heilt undan hjálp frá tí almenna. Eisini tey avvarðandi hava fingið munandi betri lívsgóðsku og eru ikki longur óttafull um barn sítt.

Viðgerðartilboðið er nýhugsandi á tann hátt, at støði verður tikið í hvørjum einstøkum brúkara, sum saman við foreldrum, psykiatriska depilinum og skúla, er við til at finna bestu viðgerðina.

European Social Network er ein felagsskapur, ið knýtur saman evropeiskar stovnar, sum veita almennar sosialar tænastur. 140 stovnar úr 36 londum í Evropa eru limir í felagsskapinum, sum virkar fyri at londini sínámillum kunnu deila vitan og royndir.

European Social Network heiðurslønirnar fyri serliga merkisverdar verkætlanir verða latnar 6. desember í Brússel. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder