Komandi leygardag verður aftur skipað fyri floksmannadegi í Fugloy.
Tað er Uppistovugarður við Símuni Gullaksen, sum hevur skipað fyri slíkum degi í fleiri ár. Á skránni eru náttúru- og mentanarupplivingar, søgur og undirhald. Men høvuðsattraksjónin er ein máltíð, sum Gutti Winther, kokkur, stendur fyri, hvørs høvuðsrættur er lambskjøt, ið er stokt á opnum báli og síðan hult undir grønari torvu í fleiri tímar í hitanum frá bálinum.
Men tað er eisini mangt annað kulinariskt á matarskránni hjá Gutta. Og í hesum sambandi hevur hann fingið hendur á nøkrum av teimum seinastu sildabitunum hjá Tavuni frá framleiðsluni av marineraðari og kryddsild í fjør.
Sildin frá Tavuni í Leirvík verður mett hámett av serfrøðingum, og serliga millum matframleiðarar í Svøríki, er hon nógv eftirspurd.
Ein annar munnbiti, sum floksmenn og –kvinnur kunnu rokna við at smakka í ár er turr grind við spik og rósubløðum (!), ið varð roynt á fyrsta sinni fyri einum ári síðani.
Við á skránni á floksmannadegnum er ein túrur niðan á Eystfelli, og tónleikaundirhaldinum tá komið er til bygdar aftur, standa Hamferð fyri.
Pláss er fyri 80 fólkum á floksmannadegnum, og tað er langt síðan útselt. Sum skilst er bíðilistin langur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald