Tá grønlendska Lisa Sólrun Christiansen bindur, eydnast tað henni at kasta grønlendska søgu upp á pinnarnar.
Sniðgevin brúkar nevniliga siðbundin grønlendsk perlumynstur sum fyrimynd til bindiuppskriftir, sum hon nú leggur út á egna heimasíðu.
Fyribils er talan um tvey mynstur til troyggjur, sum líkjast grønlendska tjóðbúnaum til kvinnur.
Tað skrivaði Sermitsiaq í grein um sniðgevan um jólini. Greinin kann lesast her
Í greinini greiðir Lisa Sólrun frá, at tað var føroyska omman, ið lærdi hana at binda tá hon var smágenta. Listarligu gávurnar hevur hon helst frá pápa sínum, Thue Christiansen, sum var hann, ið teknaði grønlendska flaggið, Erfalasorput.
Thue Christiansen doyði í summar.
Les: Skapari av flaggi grønlendinga er deyður
Meira her: Sólrun Design Greenland
(kl. 20.40: Tekstur rættaður. Tue Christiansen var pápi Lisu Sólruna, ikki abbi)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald