Seinnapartin kom stóri føroyski Rynkeby-hópurin á mál í París.
Í ár hevur Team Rynkeby Føroyar verið býtt í tveir bólkar. Tey sum súkkla úr Danmark til Fraklands, og so hevur eitt lið súkklað í alpunum.
Túrurin byrjaði á Norrønu hósdagin í síðstu viku, og síðani leygardagin hevur verið súkklað hvønn dag.
Á ferðini hava tey súkklað fýra dagar í Týsklandi, hava verið og vent í Niðurlondum, ein dag í Belgia og tríggjar dagar í Fraklandi. Tilsamans 1.250 kilometrar og 5.400 hæddarmetrar.
Hjá Team Rynkeby Sornfelli, sum fjallaliðið eitur, byrjaði túrurin í alpubýnum Brides-les-Bains. Tey hava í tríggjar dagar súkklað í alpunum, áðrenn kósin varð sett móti Paris. Tilsamans 945 kilometrar og 13.800 hæddarmetrar.
Fríggjakvøldið hittust føroysku liðini í Melun, sunnan fyri franska høvuðsstaðin og hava fylgst til Paris í dag.
Hetta er 11. árið, at Team Rynkeby Føroyar hevur lið, sum súkklar til Paris. Undirtøkan fyri at vera við í felagsskapinum og áhugin at stuðla innsavningini hjá Team Rynkeby er vaksin á hvørjum ári.
Knapt 100 fólk eru við í toyminum í ár. 74 súkklarar og 21 hjálparfólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald