Staðsetingardepilin hjá Umhvørvisstovuni fer í næstu viku at skipa fyri tiltaki um virksemið hjá Veðurstovu Føroya. Høvi verður samstundis at síggja, hvussu tey arbeiða har.
Soleiðis skrivar setur.fo.
- Veðurstovan hevur í sínum virki tørv á góðum geodátum fyri Føroyar, eina mest tá talan er um at menna forsagnarmodellir. Tí bjóðar Staðsetingardepilin til hesar framløgurnar, sum hesaferð vera á Veðurstovuni í Havn, so tit í sama umfari fáa høvi til at síggja høli og umstøður har.
Veðurstova Føroya kom av álvara í gongd í fjør. Ætlanin er, at veðurstovan skjótt gerast ein fullgóð veðurtænasta fyri føroyskt land, sjóøki og lofthav.
Til tiltakið hósdagin 26. oktober fer Bárður A. Niclasen, deildarleiðari, at kunna um hvørjar uppgávur veðurtænastur skulu røkja, og hvussu langt Veðurstovan er komin í hesari tilgongd.
Ymisk menningarátøk verða lýst og komið verður inn á ætlanirnar at gera lokalar sjóvarfals- og aldu forsagnir fyri innaru leiðirnar. Andrias K. Gregoriussen, veðurfrøðingur, greiðir eisini frá um veðurmodell, skrivar setur.fo.
- Veðurstovan hevur sett sær fyri at menna eitt lokalt veðurmodell fyri Føroyar. Hetta veðurmodellið fer at verða bygt á dátur úr veðurstovum um okkara leiðir. Eitt gott dátugrundarlag um lendið í Føroyum er umráðandi fyri at endurskapa møguligar lokalar ávirkanir á veðrið. Veðrið verður ávirkað av, hvussu fjøllini eru formað, og ta ávirkan, ið vøtn, grøs, trø, vátlendir og onnur sløg av lendum hava á niðasta partin av lofthavinum.
Fróðskaparsetur Føroya skrivar, at avmarkað pláss er, og at tilmelding fer fram við at skriva til [email protected]. Serstaka tiltakið fer fram á Veðurstovuni á Hoyvíksvegnum hósdagin 26. oktober frá klokkan 16.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald