Innanlands

Føroyska veðurlagið er í broyting 

Við støði í dátum og vitan, sum varð løgd fram ella umrødd á Veðurlagsdegnum, er greitt, at føroyska veðurlagið er í broyting. 

2024-07-08 14:11 Author image
Jan Müller
placeholder

Nú ber til at lesa samandrátt av væleydnaða Veðurlagsdegnum 2024, sum varð hildin á Hotel Hafnia týsdagin 19. mars 2024. Undir tiltakinum vórðu veðurlagsbroytingar í Føroyum settar í miðdepilin.

Umhvørvisstovan, Havstovan, Jarðfeingi, Tjóðsavnið, Landsverk, Hagstova Føroya og Veðurstova Føroya skipaðu fyri Veðurlagsdegnum 2024.  

Millum týdningarmestu niðurstøðurnar á Veðurlagsdegnum vóru: 

  • Miðalhitin í luftini um okkara leiðir er øktur 1 °C síðani 1873. 
  • Vatnskorpan við Føroyar er hækkað 10 cm seinastu 30 árini. 
  • Hitin niðri við botn í Bankarennuni er hækkaður 0,25 °C síðani 2001. 

Millum annað hetta ber til at lesa um í samandrátti, sum er gjørdur av Veðurlagsdegnum.   

Dagførd vitan kann geva neyvari metingar 

Ætlanin er at skipa fyri nýggjum Veðurlagsdegi komandi ár, fyri at savna saman enn meira vitan. Langar tíðarrøðir eru av stórum týdningi fyri at útvega haldgóða vitan um veðurlagið og tær broytingar, sum eru farnar fram. Vit vóna, at Veðurlagsdagurin fer at vera ein støðug kelda til týðandi vitan um veðurlag okkara.  

Samband og meira kunning 

Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Umhvørvisstovuna á [email protected].  

Tak samandráttin niður her:

Á hesi síðuni ber til at lesa samandráttin, umframt allar framløgurnar, sum vórðu hildnar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder