58 prosent av fyritøkum í Føroyum, sum hava tíggju ella fleiri starvsfólk, nýskapa, og tað merkir, at føroyskar fyritøkur eru millum tær mest nýskapandi í Norðurlondum og Evropa, vísa tøl hjá Hagstovuni.
Fyritøkur, sum nýskapa, bjóða eina nýggja vøru ella tænastu. Tær kunna eisini hava ment ella eru í gongd við at menna eina nýggja vøru ella tænastu ella nýggja arbeiðsgongd. Nýskapan fevnir eisini fyritøkur, sum hava framt ella keypt gransking og menning.
Fyri fyrstu ferð kunnger Hagstovan nýggj hagtøl um nýskapan (en: innovation) í samstarvi við Granskingarráðið. Hagtølini eru gjørd eftir altjóða leisti eftir ásetingum hjá Eurostat og Oslo-handbókini um nýskapan, og framyvir verða hagtølini gjørd annað hvørt ár, soleiðis at til ber at fylgja gongdini, skrivar Hagstovan.
Í tíðarskeiðinum frá 2020 til 2022 nýskaptu 58 prosent av føroyskum fyritøkum, sum hava tíggju ella fleiri starvsfólk, og hetta er næsthægst í Norðurlondunum.
Í Finnland nýskaptu 61,5 prosent av fyritøkum, í Svøríki 57,6 prosent, meðan tað í Noreg bert var 50,5 prosent. Í Íslandi nýskaptu 48 prosent av fyritøkunum, og í Danmark var talið 46 prosent.
Eisini samanborið við Evropa eru føroysku fyritøkurnar eisini væl við. Parturin av fyritøkum, sum nýskapa í londunum í Evropa frá 2020 til 2022 er rættiliga ymiskur. Í Rumenia eru tað undir 10 prosent, sum nýskapa. Í hinum endanum eru Grikkaland, Týskland og Finnland, har yvir 60 prosent av fyritøkum nýskapa. Føroyar eru beint undir 60 prosent og eru sostatt millum tey fremstu, skrivar Hagstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald