Innanlands

Føroyskar kvinnur føða flest børn í Evropa: Tíðindini ferðast kring allan heimin

Altjóða tíðindastovan AFP hevur havt samrøður við føroyingar um hvussu tað ber til, at føroyskar kvinnur føða so nógv børn

Gunnhild Helmsdal, kommunulækni, við familjuni (Mynd: AFP)

Gunnhild Helmsdal, kommunulækni, við familjuni (Mynd: AFP)

2018-06-20 15:55 Author image
Oda Strøm
placeholder

Føroyskar kvinnur hava leingi havt evropamet í at føða børn. Vit føða nevniliga 2,5 børn í miðal per kvinnu, og miðaltalið í Evropa er nógv lægri, um 1,6 børn per kvinnu.

Tey tíðindini halda nógv vera áhugaverd, og nú hevur triðstørsta tíðindastovan í heiminum, AFP, eisini valt at varpa ljós á røsku føroysku kvinnurnar. AFP hevur havt samrøðu við Gunnhild Helmsdal, kommunulækna, og Hans Paula Strøm, fyrrverandi landsstýrismann og sosiolog.

Tað, sum tykist at fáa útlendingar at kvaklast við, er, at hóast føroysku kvinnurnar føða nógv børn, eru tær samstundis øgiliga væl umboðaðar á arbeiðsmarknaðinum. Sambært Hans Paula Strøm arbeiða 82 prosent av kvinnum í Føroyum í mun til 59 prosent í Evropa. Tó arbeiða nógvar kvinnur niðursetta tíð, og Hans Pauli Strøm vil vera við, at tað er ikki tí møguleiki ikki er fyri at arbeiða fulla tíð, men at tað er sjálvvalt. 

Gunnhild Helmsdal, kommunulækni og skjótt mamma at fýra børnum, sigur eisini í samrøðu við AFP, at orsakað av tøttu familjusambondunum millum føroyingar, er lætt at hjálpa hvørjum øðrum. 

- Stórar familjur eru kanska eitt sindur kaotiskar, men tá alt kemur til alt, eru tær glaðar familjur, sigur kommunulæknin. 

Les søguna hjá AFP um føroyskar kvinnur her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder