Nýggja Landsstýrið verður endaliga avdúkað mánadagin 13. apríl, men longu nú er greitt, hvussu málsøkjabýti er, og øll sjey nøvnini kunnu - við nærum 100 prosent vissu - staðfestast.
Hetta eftir tíðindafundin um samgonguskjalið í dag, har flokkarnir endaliga váttaðu málsøkini, sum vit kundu fortelja um longu í gjár, og eftir at FM1 og Portalurin hava slotað seg fram til nøvini.
Tey, sum eru markað á hendan hátt, eru endaliga staðfest ella so at siga tað.
Tey, sum eru markað við hesari skriftini í yvirlitinum niðanfyri, eru ikki 100 prosent vís, men alt bendir á, at hesi fara í Landsstýrið eisini.
Føroya Landsstýri
Fólkaflokkurin:
Løgmaður (Beinir Johannesen)
Vinnumál - herundir samferðsla og útlendingaøkið (Jacob Vestergaard)
Mentamál - herundir útbúgvingamál (Bárður á Lakjuni)
Sí eisini: Beinir Johannesen verður yngsti løgmaður higartil
Sambandsflokkurin:
Uttanríkis- og fiskivinnumál (Bárður á Steig Nielsen)
Heilsumál - herundir orku og umhvørvi (Eyðdis Hartmann Niclasen)
Herundir er eisini greitt, at Johan Dahl verður nýggjur løgtingsformaður.
Mest sannlíkt verða Jóhannis Joensen (C) og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir (A) aftur í formansskapinum.
![]()
Johan Dahl verður nýggjur landsstýrisformaður (Mynd: Sverri Egholm)
Javnaðarflokkurin:
Fíggjarmál (Aksel V. Johannesen) *
Almannamál - herundir bústaðarmál, javnstøða, arbeiðsmarknaðarmál (Margit Stóra)
* Her er tann krúllan, at floksleiðslan í Javnaðarflokkinum í kvøld formliga skal góðkenna landsstýrisfólkini. At flokkurin ikki fer at góðkenna sín egna formann sum landsstýrismann í fíggjarmálum er óvanliga ósannlíkt, og tískil man Aksel V. Johannesen metast sum staðfestur sum nýggur landsstýrismaður í fíggjarmálum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald