Nú verður aftur ávarað um følsk SMS-boð, sum eru í umferð. Hesa ferð síggja tey út til at vera frá Samleikanum, men tað eru tey ikki, siga Talgildu Føroyar.
Talan er um sonevnd smishing-álop, har tú móttekur SMS-boð, ið síggja út til at koma frá veruligum avsendarum. Boðini innihalda eitt leinki, og tú verður biðin um at trýsta á tað fyri at dagføra Samleikan.
Talgildu Føroyar undirstrika, at talan er um følsk boð, sum hava til endamáls at stjala títt loynital og tína atgongd, og er tað sera umráðandi, at tú ikki trýstir á ókend leinki.
– Talgildu Føroyar senda ongantíð leinki, har biðið verður um persónsupplýsingar. Ein týðandi partur av trygdini hjá Samleikanum er, at Talgildu Føroyar ikki senda SMS-boð við leinkjum í, har tú skalt upplýsa persónsupplýsingar.
– Peningastovnar, fjarskiftisveitarar, Føroya Politi og Talgildu Føroyar taka álopini í størsta álvara og verður nógv gjørt við at halda sms-boðunum aftur.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald