Innanlands

Føroyski imamurin: Jenis í uppskoti til ársins nýggjárstosk

Tá Ekstrablaðið í næstum fer at kjósa ársins nýggárstosk, er Jenis av Rana í uppskoti

(Skíggjamynd: Ekstrabladet.dk)

(Skíggjamynd: Ekstrabladet.dk)

2022-12-18 17:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jenis av Rana kom í eitt veruligt ódnarveður í donskum miðlum tá hann undir fólkatingsvalstríðnum hevði eina útsøgn um Søren Pape Poulsen.

- At liva sum homoseksuellur er í stríð móti tí grundlóg, sum eg havi, sum Miðflokkurin hevur, og sum eg haldi eisini Føroyar hava, segði Jenis av Rana í útvarpinum 25. oktober.

Útsøgnin hevur fingið Ekstrablaðið at tilnevna formannin í Miðflokkinum til ársins nýggjarstosk, sum lesarar hjá blaðnum kjósa á hvørjum ári.

Onnur sum eru tilnevnd eru millum annað nettupp Søren Pape Poulsen, Barbara Bertelsen, og Rasmus Prehn.

Á ekstrabladet.dk verður Jenis av Rana lýstur sum føroyski imamurin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder