2018-09-24 10:59
Marine Harvest hevur nú skapt eitt nýtt navn, eitt brand, til føroyska laksin hjá felagnum. Sostatt verður alilaksurin, sum Marine Harvest framleiðir í Føroyum nú seldur og marknaðarførdur undir merkinum Rinka. Hetta er fyri betri at kunna siga søguna om heimsins besta laks – laksin úr Føroyum.
Føroyski laksurin er serligur
Marine Harvest er heimsins størsti alari av laksi, og fimti hvør alilaksur í heiminum er frá Marine Harvest. „Hetta er enn ein orsøk til at okkara føroyska framleiðsla skal skilja seg burturúr. Vit hava í fleiri ár prógvað at okkara laksur er í avgjørdum heimsflokki”, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest. „Hetta skal gera tað lættari hjá okkara endakunda – td. sushikokkinum – at kunna velja sama góða laksin umaftur”, sigur hann.
„Hon eitur Rinka”
Navnið er ein tilsiping til Rinkusteinar á Oyndarfirði, har laksurin hevur sín uppruna. Og sum nógv í Føroyum óivað fara at varnast, so er navnið kvinnuligt. Rinka er ein hon.
„Kanningar vísa, at fólk fata laks sum verandi femininan. Oksakjøt er maskulint, meðan laksur er femininur. Hetta kann geva okkum ein heilt serligan fyrimun, so vit koma at tosa okkara heilt egna mál”, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri.
Marine Harvest alir í dag á Sandsvág, við Haldórsvík og á Oyndarfirði. Høvuðssætið er á Hellunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald