- Øll ganga runt og spyrja hvønnannan, um tað mann vera hesin ella hasin, sum hevur vunnið. Tað er virkuliga stuttligt, sigur loyniligi vinnarin í tíðindaskrivi frá Danske Spil.
- Samfelagið er so lítið, øll kenna hvønnannan. So tað kann vera, at tey finna útav tí uppá eitt tíðspunkt. Men eg satsi uppá, at ein tíð gongur, og so er tað ikki so spennandi meir. Tí kann eg næstan einki siga, sigur vinnarin, sum keypti seðilin á Effo-støðini á Tvøroyri.
Tað var eitt stórt yvirraskilsi hjá manninum, at hann knappliga varð 20 milliónir krónur ríkari, tí hann hevði ikki fingið tað við í miðlunum, at tað var ein føroyingur, sum hevði vunnið puljuna upp á 20 milliónir krónur. Hann visti bara, at hann hevði vunnið meir enn 9.999 kr, tá hann fór at kanna vinningin, og hugsaði, at vinningurin nokk "einans" var upp á eina millión krónur.
- Eg bleiv púra í ørviti, men eg fór so inn á heimasíðuna hjá Danske Spil og kannaði tølini. Og so mátti eg anda djúpt inn. Tað er jú ein øgilig rúgva av pengum, segði vinnarin flennandi við Danske Spil. Hann mátti jú aftur til arbeiðis og royna at halda maskuna.
- Tað var torført, tað má eg viðganga. Men eg haldi, eg tók tað róligt. Eg havi jú eiheldur hug at fara inn til stjóran og siga upp, hóast eg væl kundi hugsað mær at liva av vinninginum restina av lívinum. Men eg haldi, mann gerst gamal ov tíðliga, um mann einki hevur at fara upp til hvønn morgun.
Maðurin sigur tí, at hann fer at bíða við at brúka av peninginum, so eingin misteinkir hann sum vinnaran av stóru peningaupphæddini. Men hann sigur seg umhugsa at keypa nýtt innbúgv, nýggjan bil og kanska ein bát fyri vinningin einaferð.
- Og so fari eg eisini at hjálpa mínari familju fíggjarliga, men eisini brúka nakað av peninginum til at betra um korini her í bygdini. Nógvi peningurin gevur jú so nógvar møguleikar, og mann nær neyvan at brúka allan peningin sjálvur, segði loyniligi vinnarin.
Hann veit tó, hvat peningurin IKKI skal brúkast til.
- Eg tími ikki at ferðast og eiheldur at gera íløgur. Tað tími eg ikki. Peningurin skal njótast og brúkast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald