Í felagnum Yngri Læknar Føroyar eru tey ónøgd við Tilmæli um viðgerdartrygd ið varð handað landsstýrismanninum mánadagin. Ikki tí at innihaldið ikki var gott, og tað ikki er til frama fyri sjúklingin, men tí at yngri lækna-hópurin als ikki er nevndur í tilmælinum.
Í løtuni standa 10 føroyskir læknar, ið eru búsitandi í Føroyum, uttan arbeiði frá mars komandi ár. Eisini eru nógvir føroyskir læknar uttanlanda, sum hava ynski um at arbeiða í Føroyum. Men tað vanta útbúgvingarstørv, og tí vísir felagið á, at tá verður hugsað um framtíðina, er stórur vandi fyri at missa hesar læknarnar.
Hetta gongur yvir teir sjúklingar, ið tørva hjálp, men standa á bíðilista. Yngri Læknar Føroyar vísir á, at fleiri slík størv høvdu hjálpt verandi serlæknum, ið hava ov mikið at gera, og at ungir føroyskir læknar her á landi og sum er uttanlanda í løtuni júst kunnu gerast serlæknar í framtíðini. Hetta hevði verið til gagns fyri føroyska heilsuverkið, men ístaðin verða læknar ikki settir, hóast tørvur er á tí.
Her er alt skrivið til Kaj Leo Holm Johannesen:
Góði heilsumálaráðharri
Yngri Læknar Føroyar eru varugir við, at fleiri sjúklingar í Føroyum bíða ov leingi eftir viðgerð. Hetta eru tað nógvar og fløktar orsøkir til, men vit vilja gera okkara til at betra um hetta.
Eitt tilmæli um viðgerðartrygd varð handað heilsumálaráðharranum mánadagin 16. desember. Tíverri er yngri lækna-hópurin ikki nevndur í hesum annars góða tilmæli. Heili 10 føroyskir læknar búsitandi í Føroyum standa uttan arbeiði í mars 2020. Umframt hesar eru eisini føroyskir læknar uttanlands, sum ynskja at koma heim at arbeiða. Hesir eru klárir at veita viðgerð til føroyskar sjúklingar her og nú, men vegna manglandi útbúgvingarstørv noyðast hesir av landinum. Vórðu hesir í staðin settir í starv í føroyska heilsuverkinum, høvdu teir kunnað lætt um hjá núverandi serlæknum og verið við til at minka um bíðilistarnar.
Tí er neyðugt at seta pengar av til útbúgvingarstørv til yngri læknar longu í 2020. Í uppskotinum til nýggja fíggjarlóg eru kr 200.000 settar av afturat játtanini seinasta ár, men hetta er alt ov lítið. Deildirnar á teimum trimum sjúkrahúsunum og kommunulæknarnir hava júst boðað okkum frá, at tey ynskja at seta umleið 20 eyka yngri læknar í starv, um fígging var tøk til hetta. Um ein pulja á 7 milliónir varð sett av til útbúgvingarstørv í 2020, hevði verið møguligt at sett umleið 10 fleiri útbúgvingarstørv. Tað hevði økt um dygdina í heilsuverkinum og samstundis eisini trygdina hjá føroysku sjúklingunum.
Áhaldandi rekruttering av serlæknum er sjálvsagt alneyðug. Um fleiri yngri læknar fara at støðast í Føroyum í útbúgvingarstørvum, ið eru eitt stig á leiðini til at gerast serlækni, fer hetta eisini at vera eitt týdningarmikið stig til at loysa serlæknatrotið í Føroyum. Verða hesir læknar noyddir av landinum, mangla teir í heilsuverkinum næsta ár og sannlíkt eisini í framtíðini.
Mangan eru betringar í heilsuverkinum trekar og tíðarkrevjandi, men í hesum føri er beint øvugt. Læknarnir og sjúkrahúsverkið standa klár. Nú vantar bert fíggingin.
Vinarliga
Nevndin í Yngri Læknar Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald