Innanlands

Føroyskir skótar á ferð til Jamboree í Suðurkorea

Tað er bert einaferð í lívinum, at ein skóti hevur møguleika fyri at fara á Jamboree sum luttakari, tí hon verður hildin fjórða hvørt ár fyri ung í aldrinum 14 til 18 ár

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2023-07-23 15:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár fóru 56 føroyskir skótar og skótaleiðarar á eina langa ferð. Leiðin gongur til Suðurkorea, har føroysku skótarnir verða við á World Scout Jamboree, stóra heimsskótastevnan, sum verður hildin fjórða hvørt ár ymsa staðni í heiminum.

Hesaferð luttaka 45.000 skótar úr 170 londum. Føroyska ferðalagið væntar at vera frammi í høvuðsstaðnum í Suðurkorea, Seoul, einaferð týsdagin.

[object Object](Mynd: Tórshavnar kommuna)

Jamboree’in er í døgunum 1. til 12. august. Tað er bert einaferð í lívinum, at ein skóti hevur møguleika fyri at fara á Jamboree sum luttakari, tí hon verður hildin fjórða hvørt ár fyri ung í aldrinum 14 til 18 ár.

Hettar er tí ein stórhending, ið skótarnir hava glett seg til í nógv ár. At sleppa á jamboree er fyri skótar at rokna sum eitt OL fyri ítróttarfólk. Tó snýr tað seg ikki um at kappast og  vera best, men um at skapa vinarløg yvir landamørk, royna nýggjar avbjóðingar, menna førleikar, læra um aðrar mentanir og víðka sjónarringin.

Á henda hátt mennast tey ungu til góðar samfelagsborgarar ígjøgnum skótalívið. Skótarørslan er heimsins stórsta friðarrørsla.

Føroysku skótarnir, sum eru við á ferðini koma úr øllum Føroyum. 30 skótar og leiðarar koma frá skótafylkjunum í Havn, og í vikuni sum fór, vóru hesi á fráfaringarvitjan hjá kommunini, har borgarstjórin tók ímóti.

Myndirnar eru frá haldinum.

Meira her 

[object Object]
(Mynd: Tórshavnar kommuna)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder