
G! festivalurin kunnger í dag fýra nøvn, sum verða á plakatini á festivalinum í summar – øll føroysk. Hóast tey umboða ymiskar aldursbólkar og tónleikasløg, so hava tey tað í felag, at tey øll glitra av stjørnudusti.
Danny & the Veetos
Í nýggjari tíð munnu fáir bólkar hava skapt so sterka kenslu av felagsskapi og felagssangi, sum bólkurin Danny & the Veetos.
Næstan øll hava helst sungið við í veitslu, til hondbóltsdyst, á konsert, ja hvar sum helst, tá ið onkur av kendu sangunum hava rungað, har tann kendasti helst er "Alright". Bólkurin er endiliga á bananum aftur eftir ein langan steðg, og G! festivalurin gleðir seg at uppliva fullan sand av fólki skrála "Alright!", tá ið Danny & the Veetos koma at framføra á festivalinum 17. til 19. juli.
Hamradun
Víkingarokkur so tað forslær, tað er Hamradun. Og meðan bólkurin manar fram ódn og brim, er fremsti maður á brúnni mergjaði sangarin og sagnarhetjan, Pól Arni Holm, ein hin mest karismatiski tónleikarin vit nakrantíð hava átt. Livdu vit fyri góðum 1000 árum síðani, høvdu hesir helst hertikið Ongland, ella siglt til ókend og fjarskotin lond fyri vestan.
Men, sum nú er mugu teir taka til takkar við Gøtusand...!
Eivør
Tað er ikki ordiligur G! festivalur, um Eivør ikki er við. Og tí eru vit glað fyri, aftur í ár, at bjóða okkara stórstu føroysku songstjørnu aftur á pallin. Ár eftir ár fortelja vit um, at hettar var stórsta árið hjá Eivør nakrantíð, og í ár er einki undantak. Hon hevur verið á drúgvastu konsertferð síni nakrantíð, sum hevur ført hana heilt frá Avstralia til Amerika.
Vitjanin á G! er bert ein lítil steðgur, tí konsertferðin heldur fram alt árið.
Tamara Mneney
Tamara Mneney hevur eina rødd tú minnist. Fuglfirðingurin, sum tók síni fyrstu evarsku fet her heima, hevur spreitt sínar veingir, og er nú ein R&B-stjørnuspíri uttan fyri landoddarnar.
Í fjør spældi hon á Roskilde Festival í Danmark, og fekk sera góð skoðsmál fyri framførsluna. Fyri kortum gav hon út staklagið "Drip", sum eftir bert lítlari løtu hevði fingið hundraðtúsundtals stroymingar í Onglandi, har kappingin annars er sera hørð, innan júst hettar tónleikaslag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald