Innanlands

Føroyskt whisky í størsta whiskyblaði í Amerika

Nýstovnaða Faer Isles Distillery hevur fingið umfatandi umrøðu í størsta tíðarritinum innan spiritusídnaðin í Amerika, Whisky Advocate

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-20 07:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nýstovnaða Faer Isles Distillery hevur fingið umfatandi umrøðu í størsta tíðarritinum innan spiritusídnaðin í Amerika, Whisky Advocate. Prentaða blaðið hevur eitt upplag á yvir 100.000 eintøk, og nógvar ferðir fleiri vitja heimasíðuna.

Faer Isles Distillery hevur verið virkið við royndarframleiðslu í eitt ár, men nú verður farið yvir til vinnuliga framleiðslu, og felagið bjóðar øllum at gerast stovnandi limir. Harvið fáa tey gávupakka við ginni og nýdestilleraðum whisky - og aftaná búning í 3 ár á eikitunnum eisini eina fløsku av lidnum whisky. Harumframt fáa limirnir framíhjárætt at keypa partabrøv í Faer Isles Distillery til serprís, tá felagið seinni í ár fer at bjóða íleggjarum at keypa partabrøv gjøgnum hópfígging.

Felagið hevur eisini fingið eina ráðgevandi nevnd við serfrøðingum úr Frankaríki, Týsklandi, USA og Skotlandi, harímillum føroyska hópíverksetan Heina Zachariassen, maðurin handan heimsins størsta vínmarknað, Vivino.

Greinin í amerikanska tíðarritinum kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder