Innanlands

Føroysku løgreglan skal nýtímansgerast

Danska stjórnin hevur ynskir at løgreglan skal koma nærri borgaranum – endamálið er at skapa størri tryggleika

Politistøðin við R.C. Effersøesgøtu (Savnsmynd, tilgjørd)

Politistøðin við R.C. Effersøesgøtu (Savnsmynd, tilgjørd)

2020-08-24 14:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyska løgreglan skal nýtímanssgerast, so at løgregla og ákærumyndugleiki gerst meira tíðarhóskandi.

Hetta framgongur í eini umfatandi ætlan, nevnd ”Trygheden først”, sum danski løgmálaráðharrin, Nick Hækkerup legði fram í dag.

Stórar broytingar skulu gerast í donsku løgregluni. Eitt nú er ætlanin at økja um talið av løgreglufólkum, og eisini um talið av politistøðum við 20 sokallaðum nærpolistøðum kring um í Danmark.

Endamálið er at seta frælsið og trygdina hjá donskum borgarum í hásætið, segði Nick Hækkerup, løgmálaráðharri, tá hann legði ætlanina fram í dag.

Í krónum merkir ætlanin, at løgreglan komandi ár fær 600 milliónir meira á fíggjarlógini kækkandi til 800 milliónir meira í 2024, skrivar dr.dk

’Trygdarskapandi løgregluveiting’ í Føroyum

Í ætlanini hjá løgmálaráðnum eru løgregludømini Føroyar og Grønland eisini tikin við.

Men ætlanirnar í Føroyum eru ikki so konkretar. Í tí eina málinum í frágreiðingini, ’Initiativ 21, verður sagt soleiðis: ”Modernisering af de nordatlantiske politikredse Regeringen vil afsætte midler til de to nordatlantiske politikredse for at styrke opgavevaretagelsen og sikre tidssvarende politi og anklagemyndighed i Grønland og på Færøerne. Der skal bl.a. ske en nødvendig modernisering i politiet, herunder renovering af bygningsmasse og anskaffelse af nyt materiel, så de fysiske rammer for effektiv og tryghedsskabende politibetjening er til stede.”

Í stuttum tað, at fyri at náa eina ’trygdarskapandi’ og góða ’løgregluveiting’ skulu løgregludømini í Føroyum og Grønlandi hava fleiri pengar, sum skulu brúkast til at betra um umstøðurnar og til at skaffa nýggjan útbúnað.

Sum kunnugt er arbeiðið við at byggja nýggja løgregluhøvuðsstøð við R. C. Effersøesgøtu í Havn komið so langt áleiðis, at dagurin nærkast, at støðin kann takast í brúk.

Ætlanin var at støðin skuldi takast í brúk 1. august, men nú er hetta – orsaka av korona – útsett til 1. desember, visti útvarpið hjá KvF at siga í síðstu viku.

Serlig ætlan fyri kynsligan ágang á børn í Grønlandi
Fyri Grønland hinvegin fær løgreglan eisini onnur mál sett, og hesi snúgva seg um trupulleikan við kynsliga áganginum móti børnum, sum er ein stórur trupulleiki í Grønlandi.

Ætlanin er at ein serlig deild skal skipast innan grønlendsku løgregluna, sum skal taka sær av kynsligum brotsverkum móti børnum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder