Føroyski stuttfilmurin "Trøllabeiggi" hjá Gudmundi Helmsdal, sum fyrstu ferð varð sýndur fram á Geytakvøldinum í fjør, hevur ferðast víða seinastu mánaðirnar. Higartil er hann sloppin við á fleiri enn 20 festivalar, og hevur vunnið 18 virðislønir.
Filmurin er m.a. væl umtóktur í USA og í India, og herfyri kundi leikstjórin avdúka, at "Trøllabeiggi", sum á eingilskum verður nevndur "Brother Troll" var sloppin við á altjóða filmsfestivalin L.A. Shorts í Los Angeles.
– Vit kunnu nú alment boða frá, at "Trøllabeiggi", helst sum fyrsti føroyski filmurin nakrantíð, er sloppin við á tignarliga L.A. Shorts International Film Festival, stendur í fráboðanini á Facebooksíðuni hjá filminum.
Á heimasíðuni hjá L.A. Shorts stendur m.a. at lesa, at festivalurin er elsti núverandi filmsfestivalurin fyri stuttfilmar í Los Angeles umframt ein av størstu altjóða festivalunum fyri stuttfilmar. Tá festivalurin fer av bakkastokki í juli í ár, verður tað fyri 25. ferð.
Á hvørjum ári vísir festivalurin yvir 300 filmar og dregur 10.000 gestir at sær, harímillum gestir, sum eru stórir innan filmsframleiðslu í Hollywood. Verður ein heiðraður við virðisløn á hesum festivalinum, hevur ein møguleika at verða tilnevndur eina BAFTA-virðisløn, eina Oscar-virðisløn, ella eina virðisløn á Canadian Screen Awards.
Sambært heimasíðuni hjá festivalinum hava 60 filmsframleiðarar, sum hava luttikið á festivalinum, verið í uppskoti til eina Oscar-virðisløn, og 16 av teimum hava vunnið.
Fyrr í hesum mánaðinum hevði Blaðið Vikuskifti eina longri samrøðu við Gudmund Helmsdal um "Trøllabeiggja". Greinin kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald