Mentan

Føroyskur tónleikur góðan altjóða byr í heyst

Hetta árið hevur higartil verið eitt serstakliga innihaldsríkt ár fyri føroyskan tónleik – og meira er í væntu. Heystið verður stúvstappað av spennandi hendingum, har føroysk tónlistafólk fara at seta sín dám á altjóða pallar og festivalar kring alt Evropa – og heilt yviri í Meksiko

Eivør á The great Escape (Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)

Eivør á The great Escape (Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)

2025-09-10 18:34 Author image
Innsent
placeholder

Fyrr í ár vóru m.a. heili átta føroysk tónlistanøvn á The Great Escape festivalinum í Suðuronglandi, umframt at aftaná festivalin vóru heilar 21 konsertir, eisini í Onglandi, við nøkrum av somu nøvnunum – allar innan bara fýra dagar. Samstundis vóru fleiri føroysk tónleikaumboð til staðar á Classical:Next í Berlin, meðan Sissal gjørdi stóra bragdið at gerast ein av finalistunum á Eurovision í Sveits.

Og hetta eru bara nøkur av hæddarpunktunum í 2025 higartil.

[object Object]Dania O. Tausen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Dania fær heiðursbræv

Longu nú í september fær Dania O. Tausen handað heiðursbræv og váttan um, at hon er vald sum ein av vinnarunum av  «Nordic Music Biz 20 under 30», tá by:Larm fer av bakkastokki í Oslo.

Fleiri onnur umboð úr føroysku tónleikavinnuni fara eisini við á by:Larm fyri at læra og víðka um sítt netverk, umframt at FMX á fyrsta sinni verður partur av NOMEX á árliga fundi teirra. (NOMEX er yvirskipaði felagsskapurin fyri allar tónleikaútflutningsstovurnar í Norðurlondum.)

- Hóast eingi føroysk tónlistafólk spæla á by:Larm festivalinum í ár, so eru vit kortini sera væl umboðað. Ikki bara sita vit við borðið, tá ið NOMEX heldur sín ársfund; tað er eisini ein fjøður í hattinum, at Dania O. Tausen fær væl uppibornan heiður og æru, sigur leiðarin í Faroe Music Export (FMX), Glenn Larsen.

Konsertir, filmur og pallborð á Waves Vienna

Stutt eftir – tvs. í oktober – verða Føroyar eisini umboðaðar við tveimum tónlistanøvnum á vælumtókta showcase-festivalinum Waves Vienna í Eysturríki.

Teir báðir bólkarnir, Joe & The Shitboys og Aggrasoppar, fara at framføra, og filmurin «Always Outnumbered, Never Outgunned» um føroyskan tónleik, verður eisini sýndur á festivalinum. Harumframt fer leiðarin í FMX, Glenn Larsen, at luttaka á einum tónlistafakligum pallborðsfundi. 

Tvey føroysk nøvn á Nürnberg Pop

Tá Waves Vienna festivalurin er farin afturum, verður Nürnberg Pop festivalurin, har Jazzygold og Danny & The Veetos standa á skrá, umframt at FMX eisini fer at hava eina móttøku og netverkstiltak fyri ein stóran part av umboðunum á staðnum fyri altjóða tónleikaídnaðin og miðlaheimin. 

[object Object]Ragnar Finsson á The great Escape (Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)

Fýra føroysk nøvn á Iceland Airwaves

Ein móttøka av sama slag fer eisini at verða hildin á Iceland Airwaves festivalinum í Reykjavík, sum verður tíðliga í november. Her fara, sum áður fráboðað, fýra føroysk tónleikanøvn, FRUM, Tamara Mneney, Ragnar Finsson og Lea Kampmann, at framføra. Øll spæla tvær konsertir hvør.

Hetta segði Glenn Larsen, tá ið tey føroysku tónlistanøvnini vórðu almannakunngjørd í juni:

- Iceland Airwaves er ein týdningarmikil pallur hjá okkum, og tað er sera stuttligt, at vit kunnu byggja víðari á framgongdina, sum hevur verið seinastu árini. Fyrireikararnir av festivalinum hava í ár valt heili fýra tónlistafólk, sum hava tað til felags, at tey ongantíð áður hava luttikið á festivalinum. Eg eri sera spentur teirra vegna og eri sannførdur um, at tey fara at fáa nógv burturúr festivalinum.

[object Object]
Elinborg til Meksiko (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Stórt tónleikaátak í Mexico City

Í november fer eisini ein sera umfatandi samstarvsverkætlan í Meksiko av bakkastokki. Hendan verkætlanin er fyriskipað og umsitin av FMX í samstarvi við Iceland Music og Music Norway, og er stuðlað av Nordisk Kulturfond og LiveMX.

Eftir eitt “open call” umfar, er Elinborg vald út at luttaka í verkætlanini, sum í fyrstu atløgu eisini fevnir um tríggjar konsertir í Mexico City.

- Hetta er ein sera umfatandi og nýhugsandi verkætlan. Vit fara at royna at gera teori til praksis í einum av heimsins skjótast vaksandi tónleikamarknaðum, og vit vita, at fleiri evropeiskar tónleikaútflutningsstovur fylgja spentar við í gongdini og í úrslitinum. Tað er eisini serliga spennandi, at verkætlanin er umsitin av FMX, sigur Glenn Larsen.

Marius Ziska á festivali í Italia

Áðrenn hetta árið er liðið, fara vit eisini at uppliva Marius Ziska á SUNS Minority Language Festival í Udine í Italia í desember, har hann er valdur sum ein av teimum fáu útvaldu millum væl omanfyri 100 umsøkjarar. FMX er eisini boðið við til Udine at sita í dómsnevndini.

- Umframt alt hetta eru ein røð av øðrum føroyskum tónlistafólkum og bólkum á altjóða konsertferðum ella tey framføra stakar konsertir kring um í heiminum, sigur Glenn Larsen, og nevnir millum onnur Eivør, Teit, Elinborg, Aggrasoppar, Joe & The Shitboys og fleiri.

- Hetta er ein sera spennandi tíð, og tað gevur serliga nógvan íblástur at síggja, at so nógv ymisk føroysk tónlistafólk verða vald út til tey ymisku tiltøkini. Hetta vitnar um eina sera góða breidd, og ikki minst dygd, endar Glenn Larsen eldhugaður.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder