Innanlands

Føroyskur undangongumaður innan sjúkrarøkt

93 ára gamli Axel Johannesen úr Vestmanna var ein av fyrstu mannligu sjúkrarøktarfrøðingunum. Í dag gleddist hann saman við abbadóttrini, sum fylgir hansara fótasporum

2019-06-29 00:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

93 ára gamli Axel Johannesen úr Vestmanna fegnaðist í dag um, at abbadóttirin fylgir hansara fótasporum. Fyri 70 árum síðani var hann ein av fyrstu mannligu sjúkrarøktarfrøðingunum í Danmark.

Sjónvarpsrásin TV2 Øst hevði í kvøld eitt innslag við Axel Johannesen, sum fegnaðist um abbadóttrina, sum er útlærd sjúkrarøktarfrøðingur á Absalon starvsskúlanum býr í Sorø og abbadóttrini, Anja Rebien Johannesen, sum fekk prógv í Slagelse.

Í innslagnum og greinini, sum TV2 Øst hevur lagt á netið í dag, greiðir Axel frá hvussu tað var at vera millum sjey teir fyrstu menninar, sum blivu sjúkrarøktarfrøðingar.

- Tað var bæði positivt og negativt. Um maðurin var egnaður at vera sjúrkarøktarfrøðingur. Kvinnurnar vóru meira bleytar í tí, helt man, sigur Axel Johannesen í innslagnum.

Axel Johannesen fór frá sum sjúkrarøktarfrøðingur í 1992 vegna aldur.

Síggj innslagið niðanfyri:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder