Eftir støðugt trýst frá mótmælisfólkum, andstøðu og famiiljuni hjá einum dripnum journalisti, hevur forsætisráðharrin í Malta, Joseph Muscat, nú tikið avgerð um at leggja frá sær.
Tað hendir, tá ein avloysari er funnin at koma í hansara stað, upplýsti Joseph Muscat í eini sjónvarpstøðu í gjárkvøldið.
Hann segði, at hann ætlandi leggur frá sær sum formaður í arbeiðaraflokkinum Partit Laburista 12. januar, og at hann nakrar dagar eftir tað fer at leggja frá sær sum forsætisráðharri.
Fráboðanin frá stjórnarleiðaranum kemur mitt í eini politiskari gølu, sum verður søgd at vera hin álvarsligasta, sum tey hava upplivað í Malta í nógv ár.
Gølan snýr seg um drápið á gravandi journalistin Daphne Caruana Galizia í 2017. Hon var gitin fyri at finna fram upplýsingar um fíggjarlig lógarbrot framd av maltesarum í høgum starvi.
Drápsmálið og kanningingin síðani hava ført til politiska kreppu í stjórnini í Malta.
Í boðum sínum í sjónvarpinum sunnukvøldið segði Joseph Muscat, at hann hevur lovað at lata rættvísina njóta frama í drápinum á Caruana Galizia.
Tríggir persónar eru fongslaðir undir illgruna fyri at hava lagt eina sterka bilbumbu í bilin hjá journalistinum, sum sprongsist stutt frá heimi hennara.
Høvuðspersónurin er leiðandi handilsmaðurin Yorgen Fenech, sum løgreglan sigur hevur havt ein leiklut í drápinum. Sjálvur noktar hann seg sekan.
Tveri av nærmastu starvsfeløgunum hjá forsætisráðharranum eru eisini settir í samband við kanningina av drápinum. Skrivstovustjórin, Keith Schembri, og ferðavinnuráðharrin, Konrad Mizzi, løgdu frá sær í farnu viku, og eisini landsins búskaparmálaráðharri er fyribils settur frá embætinum til málið er liðugt kannað, skrivar Ritzau.
Yorgen Fenech varð í fjør avdúkaður, sum eigarin av einum loyniligum felag, 17 Black, skrásett í Dubai. Daphne Caruana Galizia skrivaði áðrenn hon varð dripin, hvussu hetta felagið flutti pening til feløg í skattaskjóli, sum Schembri og Mizzi áttu.
Les eisini: Átta handtikin á Malta í máli um bilbumbu
Yorgen Fenech, t.h., á veg út úr rættarbygninginum. Hann er leyslatin aftur, men framvegis skuldsettur (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald