Fríggjadagin 1. septembur verður hol sett á eina forvitnisliga listaverkætlan í Vági, sum kemur at vara í tríggjar mánaðar.
Vágs kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at í morgin 30. august flyta niðurlendsku listafólkini Floortje Zonneveld, Eva Bullens og Martijn Bastiaans til Vágs. Her koma tey at búleikast í tríggjar mánaðar og at samstarva við Vágs Kommunu um eina forvitnisliga listaverkætlan, sum nevnist Community Art.
- Listaverkætlanin kemur at fevna um verkstovur, sum ymsir flokkar í Vágs skúla, børn í ungdómshúsinum og næmingum í Ítróttaháskúlanum koma at luttaka í. Listaverkætlanin er eisini partur av kvøldskúlaskránni hjá Vágs kvøldskúla, har vágbingar í øllum aldri hava møguleika at luttaka á listaverkstovum.
Í kvøldskúlablaðnum Eftirgróður, sum verður borði út í hvørt hús í Vági í seinnu hálvu av septembur, ber til at lesa meira um listaverkstovurnar, sum eru partur av kvøldskúlaskránni hjá kvøldskúlanum í Vági.
Floortje Zonneveld, Eva Bullens og Martijn Bastiaans. Verkstovurnar vera bæði inni og úti (Mynd: Vágs kommuna)
Um listaverkætlanina siga listafólkini:
- Hvørjar eru søgurnar um havið, ið er rundan um okum, og staðið, sum okur liva í? Hvat ger Vág og Suðuroynna heilt serliga? Hvørji ævintýr og hvørjar upplivingar møta okur úti í náttúruni og saman við djórunum og okra medmenniskjum? Saman við vágbingum fara okur at finna fram søgur í Vági og fáa tær til lívs í gjøgnum list.
Listaverkstovurnar vera bæði innandura og uttandura. Luttakararnir sleppa at royna síni listaligu evnir í ymsum listastílum, har høvuðsevnið er, at luttakarar læra staðið at kenna og skapað myndir, ljóð og livandi myndi. Verkstovurnar taka støði í evnunum hjá luttakarunum, sostatt kann ein og hvør luttaka. Umframt verkstovur, so verður skipað fyri listaframsýningum, ið almenningurin hevur atgongd til, skrivar vagur.fo.
Floortje, Eva og Martijn eru ikki heilt ókend í Føroyum. Tey hava fyrr verið í Føroyum og skipa fyri listaverkstovum og verkætlanum, eitt nú í samstarvi við Listaleypin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald