2018-09-03 23:33
Ein sera fjølbroytt skrá við alskyns slag av tónleiki verður at hoyra í sera vøkru kirkjuni á Eiði hósdagin 6. september og í Auluni í Finsen sunnudagin 9. september.
Forvitnisligt verður at hoyra tónleik eftir franska tónaskaldið Yvonne Desportes, ið skrivaði lívsjáttandi tónar við íblástri úr fólkatónleiki. Rumenskir fólkadansir eftir Bela Bartok, tølandi tokutónar eftir Carl Nielsen og Tangosøgan hjá Astor Piazzolla.
Kvinnukórið "Fljóð ljóð" leggja røddir til og hetta við yndisligum norðurlendskum og føroyskum sangum.
Súsanna Joensen spælir á floytu og Ólavur Jakobsen á gittara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald