Innanlands

Fosturtøkulógin skal endurskoðast

Landsstýrismaðurin í lógarmálum hevur avgjørt at endurskoða fosturtøkulógina – Fyrireikingararbeiðið er farið í gongd, og í næstum verður farið undir at at lýsa málið nærri, boðar Løgmálaráðið frá í tíðindaskrivi

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum (Mynd: Løgmálaráðið)

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum (Mynd: Løgmálaráðið)

2023-06-16 08:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tíðin er komin at endurskoða fosturtøkulógina.

Tað skrivar Løgmálaráðið í tíðindaskrivi.

– Galdandi lóg um fosturtøku er frá 1956 og er í nógvar mátar ótíðarhóskandi. Nógv kjak hevur staðist av lógini, og tíðin er nú komin til at endurskoða lógina og gera hana meira tíðarhóskandi.

Løgmálaráðið skrivar, at fyrireikingararbeiðið er farið í gongd, og í næstum verður farið undir at at lýsa málið nærri.

– Løgmálaráðið fer í hesum sambandi at hava fundir við áhugabólkar, felagsskapir og onnur, ið kunnu metast at hava týðandi vitan ella áhuga í arbeiðinum, eins og ætlanin er at kanna nærri, hvussu okkara norðurlendsku grannar hava skipað teirra lóggávu á økinum. Síðani kunnu vit nýta teirra bestu royndir sum fyrimynd í okkara lóggávuarbeiði.

Løgmálaráðið skrivar, at tað kann taka nakað av tíð at endurskoða lógina og gera eitt nýtt lógaruppskot, men hetta er nakað, sum verður raðfest.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder