
Veljararnir hjá samgonguflokkunum halda avgjørt, at Bjarni K. Petersen skal leggja uppskotið um fosturtøkulóg framaftur nú. Tað halda veljararnir hjá andstøðuni ikki.
Tað kemur fram í veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin í síðstu viku. Blaðið Vikuskifti kunnger í dag úrslit frá spurningi um Bjarni K. Petersen, átti at lagt uppskotið um fosturtøkulóg fram aftur nú.
Verður hugt eftir landafrøðiliga býtinum, so eru meiriluti í Tórshavnar kommunu fyri at leggja uppskotið framaftur, 54 prosent, meðan líka nógv eru ímóti í ‘restini af Føroyum’. Størst er mótstøðan í Eysturoy og Norðoyggjum.
Í býtinum millum kynini er ein góður helmingur av monnunum, 52 prosent, ímóti og 34 prosent fyri. Hjá kvinnunum eru 44 prosent fyri og 36 prosent í móti. Fleiri kvinnur eru ivasamar í spurninginum enn menninir eru.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald