Innanlands

Fosturtøkumálið útsett til týsdagin

Eingin tingfundur verður hósdagin. Málið um fosturtøku er nú á skránni fyri tingfundin týsdagin

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-09-24 22:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tey sum høvdu sett sær dagin av at fylgja við løgtinginum, nú fosturtøkumálið skuldi til 1. viðger hósdagin, mugu finna uppá okkurt annað.

Tingfundur skuldi annars vera klokkan 11 hósdagin, men nú er greitt, at hesin tingfundurin verður av ongum. Sum skilst er tað orsakað av, at tingfólkini hjá Sambandsflokkinum hava verið í Brússel í hesari vikuni, og orsakað av tarnaðari flogferðslu, klára tey ikki tingfundin.

Fosturtøkulógin stendur at vera síðst á skránni á tingfundinum týsdagin sum byrjar kl. 9:30.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder